Tekjan er Høvuðsumvæld
Byrja var at umvæla tekjuna í 2018 hettar var eitt stórt og drúgt arbeiði sum kom at taka gott 3 ár. Arbeiði var alt gjørt av limum felagsins við góðum samstarvi við Tórshavnar kommunu sum leveraði materialið til tekjuna. Tekniska nevnd hjá TK var eisini inni í myndini og fingu vit teir at standa fyri at gerða nýggjar inndekningar og seta upp takrennu sum kommunan eisini betalti so alt í alt var TK ein góður viðspælari. Nevndin vil fegin takka øllum teimum, sum hava givið sítt íkast til at henda ætlanin gjørdist veruleiki.
Brunnurin innan.
Tilgongdin at fáa viðurskiftini í Brunninum til tað, sum tey eru í dag hevur verið drúgv og umrødd á fleiri aðalfundum og mongum nevndarfundum men seint í 2022 var so komi á mál. Við góðari hjálp frá limum var fari undir at rudda og vaska veggir og gólv. Gólvið er smurt við betong bindara og eisini eru básar málaðir. Nú hevur hvør bilur sítt pláss. Nevndin var á einum máli um at atgongu møguleikarnir til brunnin skuldi verða so tryggir sum gjørligt og samtykt var at fáa eina elektroniska lásaskipan sett í hurðina hettar hevur virka væl.