Føroya Ellisakfør var stovnað tann 4. februar 1992. Endamálið er at røkja áhugan fyri ellisakførum við felags tiltøkum og hugnaligari samveru. Tá felagið skipar fyri tiltøkum verður miðað eftir, at øll familjan kann luttaka. Limir í ellisakførum hava framíhjárætt til parkeringspláss í brunninum og har afturat fáa limirnir limablaðið "Tíðindablaðið Ellisakfør".

Ársaðalfundurin var 9 Mars sjá Tíðindi á bjálkanum til vinstru.

E10 BENSIN Í STAÐIN FYRI BLÝFRÍTT 95 

Komandi vikurnar kemur E10 bensin í staðin fyri blýfrítt 95 bensin á Magn & Effo støðirnar kring landið. Endamálið við hesum skifti er, at flutningur skal gerast grønari. Hetta hevur stóran ávirkan fyri Ellisakfør.

Tíðindaskrivið ELLISAKFØR 2023

 

Føroya Ellisakfør á vitjan hjá Sjóvar Fornminnafelagi. 

 

Kristihimmalsferðardag 26. mai í 2022 vóru Føroya Ellisakfør á vitjan á Strondum hjá Sjóvar Fornminnafelagi. 

Bilarnir hittust Úti við Strond klokkan 13.45 

 

Fyrsti bilurin 100 ár.

Fitt av fólki høvdu leitað sær á Kongabrúnna í dag, tá minnismerki um fyrsta bilin, sum kom á land í Føroyum fyri 100 árum síðani, varð avdúkað av borgarstjóranum Heðini Mortensen.

Havnar hornorkestur setti sum altíð sín serliga dám á løtuni, og fólk fingu møguleika at síggja teir nógvu snotiligu veteranbilarnar.